Advertisement
Vilji er lekjandi máttur- nýggj bók um buldrasliga lívið hjá Gunnari Hjelm
Kom á vitjan í foyerini í Varpinum tann 22. februar kl. 16.00 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti um lívið hjá Gunnari Hjelm.
Ragnhild Ellingsgaard verður vertur og prátar við høvuðspersónin um bókina.
Bókin lýsir Gunnar Hjelm sum ítróttarmann. Ein pisasligan drong, sum hevði sínar dreymar.
Pápin var vátligur, og mamman rýmdi til Danmarkar. Gunnar fer aftaná stutt eftir.
Á flatlondum fann Gunnar skjótt stevið í eini ítróttargrein, sum føroyingar vistu lítið um. Bodybuilding.
Hann varð skírdur forfeingiligur og apukattur í Føroyum, men hann treivst í leiklutinum og vandi hart til donsku meistaraheitini í 1990 og 1995. Besta tíðin í lívi hansara.
Gunnar fekk familju, alt tóktist gangast væl, og tey fluttu til Føroya. Men so fór at ganga aftur á hond, og brotasjógvarnir tóku at skola inn yvir lív hansara.
Hann fótaði sær ikki og hoyknaði.
Men við treiskni og seiggi kom hann aftur á beint. Framtíðin sá aftur ljós út, men so róku enn einaferð myrk skýggj yvir lív teirra. Tey fingu tvey sjúk børn og mistu annað.
Hetta og mangt annað forvitnisligt fert tú at hoyra meira um í foyerini í Varpinum leygardagin tann 22. februar kl. 16.00.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Mentanarhúsið Varpið, Klaksvíksvegur 2,Klaksvík, Tórshavn, Faroe Islands