Advertisement
Fyrilestur um listamannin Hans Jacob Glerfoss.Fríggjadagin 21. februar, kl. 17.
Hvør var Hans Jacob Glerfoss?
Fríggjadagin 21. februar, kl. 17 verður fyrilestur um listamannin Hans Jacob Glerfoss, har dóttur Hans Jacob, Hansa Glerfoss greiðir frá um lívið og listina hjá pápanum. Á tiltakinum verða myndir vístar av avmyndaðum málningum frá ymiskum tíðarskeiðum, ið mynda listamannin og lív hansara. Harumframt verður víst á ymiskt útgivið tilfar, saman við óútgivnum tilfari, sum gevur eina fjølbroytta mynd av skapandi virksemi litamannsins. Eisini kemur Hansa inn á tað heilt serliga tætta sambandið millum faðir og dóttir, har listin var málið og miðilin í samskiftinum teirra millum.
17 Sangarar verða somuleiðis við til at ríka løtuna við sangframførslum av yrkingum hjá listamanninum, og talan verður her um bæði eldri útgivið tilfar og nýtt óútgivið. Tiltakið gevur ein serstakan møguleika at síggja, hoyra, uppliva og skilja listina hjá einum av okkara týdningarmiklastu listafólkum.
Ábit verður. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Samstundis verður høvi at síggja vøkru listaframsýningina hjá Lydiu Petersen og Jógvan Kristiansson Glerfoss.
Framsýningin er opin hesar tíðir:
18. feb. til 22. feb. kl. 15-20
23. feb. til 27. feb. kl. 15-18
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Stangavegur 13, 700 Klaksvík, Faroe Islands, Stangavegur 13, FO-700 Klaksvík, Føroyar,Klaksvík, Tórshavn, Faroe Islands