Advertisement
Forkunnug undansýning!Vælkomin til forkunnuga undansýning av filminum «Always Outnumbered, Never Outgunned»!
«Always Outnumbered, Never Outgunned» er ein lættur og hugtakandi heimildarfilmur, ið fylgir trimum føroyskum tónleikarum og tónleikabólkum á ferð á showcasefestivalinum The Great Escape í Brighton. Har royna tey at gera vart við seg í altjóða tónleikavinnuni og at taka næsta stigið inn á altjóða pallin.
Hvat skal til? Hvussu kemst víðari? Og hvat er ein showcasefestivalur í veruleikanum?
Filmurin tekur okkum tætt at upplivingunum hjá Joe & the Shitboys, Elinborg og Aggrasoppum. Vit fáa eisini innlit í, hvat onnur í tónleikavinnuni halda um tónleikavinnuna í Føroyum og føroyska tónleikapallin í 2024/2025.
Áðrenn filmin verður eitt stutt pallborðsprát við fleiri av tónleikarunum, sum eru við í filminum. Her hitta vit eisini Jørgen Nordby, sum hevur gjørt filmin.
Luttakarar eru m.a.:
Joe & the Shitboys
Elinborg
Aggrasoppar
Glenn Larsen (Faroe Music Export)
Tiltakið er fyriskipað av FMX í samstarvi við Norðurlandahúsið.
Stað: Norðurlandahúsið
Lætt ábit: frá kl. 15:45
Tiltakið byrjar: kl. 16:30
Longd: Uml. 75 minuttir í alt (pallborðsprát 45 minuttir, filmur 30 minuttir).
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands, Norðari Ringvegur 14, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands