Advertisement
Útgávukonsert og bókaútgáva við Stanley SamuelsenStanley Samuelsen kemur við nýggjari útgávu og samstundis kemur ævisøgan hjá Stanley út í bók. Í tí sambandinum eru tríggjar útgávukonsertir kring landið frá 17-19. oktobur 2025.
Leygarkvøldið tann 18. oktobur kl. 20.00 verður konsertin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Í longri tíð, hevur Stanley arbeitt við eini nýggjari útgávu, har hann, saman við sera dugnaligum fólki, hevur skapt nýggj løg og hevur eisini endurskapt nøkur eldri løg. Flestu av teimum 12 løgunum á útgávuni eru á føroyskum, tó er okkurt danskt við eisini. Stanley eigur flestu løgini sjálvur og orðini eiga m.a. Stanley, Martin Joensen (eigur eisini okkurt lag), Hans J. Kollslíð, William Heinesen, Hans A. Djurhuus og Janus Djurhuus. Útgávan kemur út sum LP og fløga í sama húsa, eisini verður møguleiki fyri, at taka tónleikin niður á netinum.
Útgávan eitur “Sólskin”, eftir yrkingini, Solskin, hjá William Heinesen, sum rættiliga væl lýsir hesa útgávu. Hóast Stanley er komin væl til árs og má stríðast hvønn dag við Alzheimerssjúku, so sær hann ljóst uppá tilveruna og hetta endurspeglar eisini útgávuna, úr einum enda í annan.
Eisini kemur ein spildurnýggj bók um Stanley út við sama høvi. Bókin verður løgd fram til konsertirnar og kann keypast á staðnum. Hilmar Jan Hansen hevur skrivað nýggju bókina og verður eisini til staðar.
Tónleikarar til konsertina:
Stanley Samuelsen, sang og gittar
Kim Hansen, tangentar og sang
Jóhannus á Rógvu Joensen, bass
Jósva Debes, slagverk
Tóri Restorff Jacobsen, sello
Angelika Hansen, violin
Jón Festirstein, violin
Tøkni:
Ljóð: Jónas Bloch Danielsen
Ljós: Súni Joensen
Kostnaður: 295,-
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Mentanarhúsið í Fuglafirði, Karvatoftir 5, FO-530 Fuglafjørður, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets