Enekk á Reinsarínum

Fri, 31 Oct, 2025 at 10:00 pm UTC+00:00

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn

T\u00f3rsg\u00f8ta
Publisher/HostTórsgøta
Enekk \u00e1 Reinsar\u00ednum
Advertisement

Tað verður magiskt, tað verður poetiskt – tað verður Enekk!
Enekk hevur havt eitt fast pláss á tónleikapallinum í yvir 30 ár. Og bólkurin fangar framvegis hjørtuni hjá nýggjum ættarliðum, og tá veit tú, at tú hevur við nakað heilt serligt at gera. Enekk hevur altíð verið egin. Eitt ljóðunivers, har mann megnar at sameina jazz, og føroyskan- og bulgarskan fólkatónleik. Har poetisk orð, sterkar røddir og djúpir tónar renna saman. Úrslitið er eitt ljóð, sum bara Enekk megnar at skapa.
Røddin hjá Kára Sverrisson er ein kapittul fyri seg. Eyðkenda og fantastiska góða røddin, sum við árunum er blivin ein partur av okkara mentanararvi. Ein rødd, sum hevur borið okkum ígjøgnum sorg, gleði og lívsins spurningar. Kári hevur ein sangstíl, sum bæði er nýmótans og rótfastur, bæði heimsborgarligur og ómetaliga føroyskur í senn.
Men Enekk er absolutt eisini Agnar Lamhauge á bassi og Óli á Grindafløtti á klaveri, synth og harmoniku. Ein trygg kjarna, ið eisini er bulurin í ljóðinum hjá Enekk. Til hesa serligu konsertina á Reinsarínum eru eisini Høgni Klakkstein á trummum og Heðin Ziska Davidsen við el-gittara og elektronikki við. Báðir hava áður verið við og kenna bólkin innanífrá.
Tú kanst vænta eina ferð gjøgnum fýra útgávur. Tú fert at hoyra løg frá fyrstu útgávuni Andlit hins tigandi til ta seinastu, Meðan vit nærkast jørðini. Eisini verða nýggj løg at hoyra, sum ikki eru útgivin enn. Hetta verður ein uppliving, har søgan og framtíðin hjá Enekk møtast á palli.
Hetta verður ein poetisk og musikalsk uppliving, sum tú mást fara til. Tað er nakað við Enekk, sum fer beint í hjartað, og sum tú ongantíð fær nóg mikið av. Hetta er ein mentanarlig gáva, og nú er tað upp til tín, um tú tekur ímóti henni! Ogna tær atgongumerki á www.torsgota.fo , áðrenn onkur annar fer avstað við tí.
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

VI\u00d0 L\u00d8KIN CUP 2025\u26bd\ufe0f\ud83c\udfc6
Fri, 31 Oct at 06:00 pm VIÐ LØKIN CUP 2025⚽️🏆

Bylgjan

\u2744\ufe0fVetrarframs\u00fdning hj\u00e1 HUFF\u2744\ufe0f
Sat, 01 Nov at 10:00 am ❄️Vetrarframsýning hjá HUFF❄️

Gundadalshøllin

Feedback | Gev starvsf\u00f3lkunum okkurt at vaksa av
Mon, 03 Nov at 09:00 am Feedback | Gev starvsfólkunum okkurt at vaksa av

Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands

Hei\u00f0urskonsert fyri Hjarnar 7.nov!
Fri, 07 Nov at 09:00 pm Heiðurskonsert fyri Hjarnar 7.nov!

Klaksvíksvegur 2, Klaksvík, Faroe Islands

Finna vit l\u00edv a\u00f0rasta\u00f0ni enn \u00e1 j\u00f8r\u00f0ini? \ud83c\udf0e\ud83e\ude90
Tue, 11 Nov at 06:00 pm Finna vit lív aðrastaðni enn á jørðini? 🌎🪐

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

200 & HAM (IS)
Fri, 14 Nov at 09:00 pm 200 & HAM (IS)

Gummaldagøta 2, Miðvágur, Faroe Islands

Lea Kampmann - Seinfer\u00f0 vi\u00f0 fullum b\u00f3lki
Sun, 16 Nov at 07:00 pm Lea Kampmann - Seinferð við fullum bólki

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events