Advertisement
Kom við til eitt forkunnugt kvøld har Paz verður karmur um eitt sjáldsamt og merkisvert gastronomiskt samstarv.Poul Andrias Ziska, hevur boðið kenda íslendska kokkinum Gunnari Karl Gíslason til eitt heilt serligt samstarv.
Gunnar fekk fyrstu Michelinstjørnuna til Íslands og hevur myndað og ment nútímans íslendska matgerðarlist Gunnar er høvuðskokkur á matstovuni Dill í Reykjavík, sum hevur eina Michelinstjørnu og eina grøna stjørnu. Hann verður av mongum sæddur sum fremsti undangongumaðurin í íslendsku matstovuvinnuni.
Saman hava teir báðir tríggjar Michelinstjørnur og eina felags frásøgugleði, sum sæst aftur í teirra matgerð og saman fara teir at skapa eina matskrá, sum bara kann roynast hesi bæði kvøldini.
Hon fer at fevna um fleiri av teirra signaturrættum, og eisini onkrar nýggjar rættir, sum hava røtur í tí lokala.
Pláss er fyri 32 gestum hvørt kvøldið.
Nær: 5.- 6. september frá kl. 18:00
Hvar: Paz, Doktara Jakobsensgøta 14
Kostnaður: 2.500 kr (drykkivørur ikki írok.)
Tryggja tær títt pláss til eitt stjørnukvøld á https://paz.fo
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Doktara Jakobsens gøta 14-16, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Doktara Jakobsens gøta 14, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands