Teitur & Girls in Airports 'Kvæði’ konsert

Fri, 12 Sep, 2025 at 07:30 pm UTC+01:00

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn

T\u00f3rsg\u00f8ta
Publisher/HostTórsgøta
Teitur & Girls in Airports 'Kv\u00e6\u00f0i\u2019 konsert
Advertisement
Teitur og danski indie-jazz bólkurin Girls in Airports spæla konsert í Auluni í Finsen fríggjadagin 12. september við tónleiki av forkunnugu 'Kvæði' plátuni, sum varð útgivin í november í fjør.
Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.
Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna 'Kvæði'.
Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað.
Gaffa.dk gevur plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a við 5 av 6 stjørnum:
“... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinda indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra.
(...)
Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”
Teir hava higartil havt fleiri konsertir í Danmark, og fleiri vera afturat í summar. Konsertin í Finsen í september er fyrsta konsertin her á klettunum, og atgongumerki fáast á:
https://www.atgongumerki.fo/3321580/teitur-girls-in-airports-kvaedi-konsert
LEINKJUR:
'Ólavur Riddararós' live video:

'Angankári' video:

'Krabbasker' video:

Teitur og 'Kvæði' í sendingini Leitisstein:
https://kvf.fo/ljod/sending/leitisstein?sid=188282
https://teitur.com/
https://www.instagram.com/teiturlassen/
https://girlsinairports.com/
https://www.instagram.com/girlsinairports/
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

\u00cdSLAND, SUM TA\u00d0 ER  -  Nor\u00f0urlandah\u00fasi\u00f0
Sat, 13 Sep at 02:00 pm ÍSLAND, SUM TAÐ ER - Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið í Føroyum

50 \u00e1ra veitsla
Sat, 13 Sep at 07:00 pm 50 ára veitsla

Mentanarhúsið Varpið

S\u00f8gugonga \u00ed Oyndarfir\u00f0i
Sat, 13 Sep at 07:00 pm Søgugonga í Oyndarfirði

Oyndarfjørður

Teitur & Girls in Airports
Sat, 13 Sep at 07:30 pm Teitur & Girls in Airports

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands

Ari Eldj\u00e1rn stand-up skemtis\u00fdning \ud83c\uddee\ud83c\uddf8
Sat, 13 Sep at 08:00 pm Ari Eldjárn stand-up skemtisýning 🇮🇸

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

K\u00e6rlighedens gerninger (Jesper R\u00f8nde Danmark 2025 124 min)
Wed, 17 Sep at 08:00 pm Kærlighedens gerninger (Jesper Rønde Danmark 2025 124 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events