Advertisement
Jólafilmurin í Filmsfelagnum er um Bruce Springsteen.Jeremy Allen White (f.1991) er The Boss í nýggja filminum, sum byggir á bókina hjá Warren Zane “Deliver Me from Nowhere: The Making of Bruce Springsteen's Nebraska” (2023). Zane er bæði tónleikari og hevur skrivað hópin av bókum um rocktónleik, m.a. um Tom Petty og Dusty Springfield.
Í filminum fylgja vit Bruce Springsteen, tá hann í 1982 ger plátuna “Nebraska”, sum kom fram, meðan Bruce spældi inn “Born in the USA” saman við the E Street Band.
Leikstjórin Scott Cooper (f.1970) hevur fyrr gjørt meistarliga filmin, “Crazy Heart” (2009), har Jeff Bridges er ein countrystjørna, ið hevur sæð betri dagar, “Hostiles” (2017) og “The Pale Blue Eye” (2022).
Advertisement
Event Venue
Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.