Advertisement
Í filminum fylgja vit Eghbal, sum er fyri einum óhappi, tá hann koyrir í bili. Hann steðgar hjá bilmekanikaranum, Vahid, ið kennir hann aftur sum bøðilin, ið píndi allar í fangahúsinum. Vahid tekur hann til fanga og savnar ein bólk av fyrrverandi fangum, at gera av, um Eghbal er sekur - og um hann nú skal fáa ta hevnd, hann hevur uppiborið.”It Was Just an Accident” verður til ein film, ið hóast djúpt menniskjansligur, løðir og kyndir eitt dramatiskt spenningsøki, sum festir í hevnd, sannleika og ábyrgd, alt samalt sett í karm av iranska leikstjóranum Jafar Panahi (f.1960), ið hevur vunnið fleiri enn hálvt hundrað altjóða virðislønir.
Í filmi hevur hann sýnt serligt hegni at seta saman staklutir í gerandisdegnum, sum, tá teir verða settir í nýtt høpi, fara í ring og skapa eina grípandi søgu, sum bjóðar biografgangaranum av.
Iranski filmurin “It was just an accident” vann fyrstu virðisløn, Gylta Pálmin, í 2025 og er almenna franska Oscaruppskoti í kappingini um besta altjóða film.
Filmurin verður sýndur í upprunalíki við persiskum, farsi, máli við donskum undirteksti.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.







