Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

Sat, 27 Sep, 2025 at 07:30 pm UTC+01:00

Norðurlandahúsið í Føroyum | Tórshavn

F\u00f8roya Symfoniorkestur
Publisher/HostFøroya Symfoniorkestur
Heystkonsertin hj\u00e1 F\u00f8roya Symfoniorkestri
Advertisement
Verk eftir Mozart, Unn Patursson og Mendelssohn
Fyri fyrstu ferð hevur eitt føroyskt kvinnuligt tónaskald skrivað verk til symfoniorkestur. Í 2022 setti Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri, seg í samband við Unn Patursson og spurdi, um hon hevði hug at royna nakað, hon ongantíð hevði roynt áður, nemliga at skriva eitt verk fyri symfoniorkestur. Unn játtaði, og hevur hon seinastu trý árini arbeitt við uppgávuni. Hon hevur fingið holla vegleiðing frá Li Ying, ið er komponistur búsitandi í Keypmannahavn og er ættað úr Taivan. Nýskrivaða verkið, ið nevnist ”Útgreiningin”, verður frumframført til heystkonsertina.

KONSERTSKRÁ
Gandafloytan overtura
Gandafloytan var seinasta opera, Mozart (1756-1791) skrivaði, bert fáar mánaðir áðrenn hann andaðist, 35 ára gamal. Tað hátíðarliga og tað fólksliga ganga hond í hond í Gandafloytuni. Mozart var liðugur at skriva stuttu overturuna tveir dagar áðrenn frumframførsluna 30. september 1791 í Theater auf der Wieden í Eysturríki. Søgan er eyðkend og snýr seg um tvey elskandi, ið mugu ferðast gjøgnum eld og vatn, áðrenn tey til endans kunnu vera saman.
Útgreiningin
Unn Patursson (1974) hevur skrivað tónleik í mong ár, tó mest fyri kór men eisini einstøk tónleikaverk til ljóðføri og ensemble. Unn varð í 2022 tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið '1902', framført av bólkinum Kata, har hon sjálv syngur við og eisini stjórnar. Útgreiningin er eitt verk til symfoniorkestur í sjey samanhangandi pørtum. Tað er ein roynd við tónleiki at lýsa ávísar kenslur og sálarligar sinnisstøður í einum meldurkendum tíðarskeiði í lívinum. Partarnir eita 'Farstøð I', 'Skip í mjørkanum I', 'Tyngd', 'Skip í mjørkanum II', 'Sirkus!', 'Gulir gummistyvlar, skvatla í hyljum' og 'Farstøð II'.
”Tann italienska”
Í 1832 heiðraði Royal Philharmonic Society í London unga týska komponistin Felix Mendelssohn Bartholdy (1809-1847) við at geva honum fleiri kompositiónsuppgávur. Eitt av verkunum, hann tá skrivaði, var hansara 4. symfoni, eisini rópt "Tann italienska". Verkið er grundað á upplivingar hjá unga Mendelssohn í Italia í 1830 og 1831. Verkið bleiv frumframført í 1833, og Mendelssohn stjórnaði sjálvur orkestrinum. Hóast verkið ikki bleiv so væl móttikið í fyrstani, so hevur ”Tann italienska” í dag eitt fast pláss á ovastu hill millum klassisku meistaraverkini.
Dirigentur: Bernharður Wilkinson (FO/UK)
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Norðurlandahúsið í Føroyum, Norðari Ringvegur 14, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Discover more events by tags:

Art in TórshavnTheatre in Tórshavn

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

Kl\u00e6dnamarkna\u00f0ur \u00ed Perluni
Sat, 27 Sep at 11:00 am Klædnamarknaður í Perluni

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Heystkonsert hj\u00e1 F\u00f8roya Symfoniorkestri
Sun, 28 Sep at 04:00 pm Heystkonsert hjá Føroya Symfoniorkestri

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Excel V\u00ed\u00f0ka\u00f0
Mon, 29 Sep at 09:00 am Excel Víðkað

Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands

K\u00f6ln 75 (Ido Fluk, T\u00fdskland 2025 112 min)
Wed, 01 Oct at 08:00 pm Köln 75 (Ido Fluk, Týskland 2025 112 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Namibia - Female Riders Adventure
Sat, 04 Oct at 12:00 am Namibia - Female Riders Adventure

Walvis Bay, Namibia

Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND
Sat, 04 Oct at 08:00 pm Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Kristjana St\u00e9fans F\u00f8royska Kvartett 4. oktober kl.21.00
Sat, 04 Oct at 09:00 pm Kristjana Stéfans Føroyska Kvartett 4. oktober kl.21.00

Niels Finsensgøta 23, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events