Heystkonsert hjá Føroya Symfoniorkestri

Sun, 28 Sep, 2025 at 04:00 pm UTC+01:00

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands | Tórshavn

L\u00f8ksh\u00f8ll
Publisher/HostLøkshøll
Heystkonsert hj\u00e1 F\u00f8roya Symfoniorkestri
Advertisement
Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri
Fyri fyrstu ferð hevur eitt føroyskt kvinnuligt tónaskald skrivað verk til symfoniorkestur. Í 2022 setti Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri seg í samband við Unn Paturson og spurdi, um hon hevði hug at royna nakað hon ongantíð hevði roynt áður, nemliga at skriva eitt verk fyri symfoniorkestur. Unn játtaði, og hevur hon seinastu trý árini arbeitt við uppgávuni. Hon hevur fingið holla vegleiðing frá Li Ying, ið er komponistur búsitandi í Keypmannahavn og er ættað úr Taiwan. Nýskrivaða verkið, ið nevnist ”Útgreiningin”, verður frumframført til heystkonsertina.
Kostnaður 250 kr (+10 kr í avgjaldi) / pensionistar og lesandi tó 150 kr
Í steðginum (millum verkið hjá Unn Paturson og Italsku symfoniina) bjóða vit kaffi og okkurt afturvið. ​

KONSERTSKRÁ
Gandafloytan overtura
Gandafloytan var seinasta opera, Mozart (1756-1791) skrivaði, bert fáar mánaðir áðrenn hann andaðist, 35 ára gamal. Tað hátíðarliga og tað fólksliga ganga hond í hond í Gandafloytuni. Mozart var liðugur at skriva stuttu overturuna tveir dagar áðrenn frumframførsluna 30. september 1791 í Theater auf der Wieden í Eysturríki. Søgan er eyðkend og snýr seg um tvey elskandi, ið mugu ferðast gjøgnum eld og vatn, áðrenn tey til endan kunnu vera saman.
Útgreiningin
Unn Paturson (1974) hevur skrivað tónleik í mong ár, tó mest fyri kór men eisini einstøk tónleikaverk til ljóðføri og ensemble. Unn var í 2022 tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið '1902', framført av bólkinum Kata, har hon sjálv syngur við og eisini stjórnar. Útgreiningin er eitt verk til symfoniorkestur í sjey samanhangandi pørtum. Tað er ein roynd við tónleiki at lýsa ávísar kenslur og sálarligar sinnisstøður í einum meldurkendum tíðarskeiði í lívinum. Partanir eita 'Farstøð I', 'Skip í mjørkanum I', 'Tyngd', 'Skip í mjørkanum II', 'Sirkus!', 'Gulir gummistyvlar, skvatla í hyljum' og 'Farstøð II'.
”Tann Italienska”
Í 1832 heiðraði Royal Philharmonic Society í London unga tyska komponistin Felix Mendelssohn Bartholdy (1809-1847) við at geva honum fleiri kompositiónsuppgávur. Eitt av verkunum, hann tá skrivaði, var hansara 4. symfoni, eisini rópt tann ”Tann Italienska”. Verkið er grundað á upplivingar hjá unga Mendelssohn í Italien í 1830 og 1831. Verkið bleiv frumframført í 1833, og Mendelssohn stjórnaði sjálvur orkestrinum. Hóast verkið ikki bleiv so væl móttikið í fyrstani, so eigur ”Tann Italienska” í dag eitt fast pláss á ovastu hyll millum klassisku meistaraverkini
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Rókavegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

Heystkonsertin hj\u00e1 F\u00f8roya Symfoniorkestri
Sat, 27 Sep at 07:30 pm Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

Norðurlandahúsið í Føroyum

Excel V\u00ed\u00f0ka\u00f0
Mon, 29 Sep at 09:00 am Excel Víðkað

Karlamagnusarbreyt 1, 188 Hoyvík, Faroe Islands

K\u00f6ln 75 (Ido Fluk, T\u00fdskland 2025 112 min)
Wed, 01 Oct at 08:00 pm Köln 75 (Ido Fluk, Týskland 2025 112 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Namibia - Female Riders Adventure
Sat, 04 Oct at 12:00 am Namibia - Female Riders Adventure

Walvis Bay, Namibia

Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND
Sat, 04 Oct at 08:00 pm Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Kristjana St\u00e9fans F\u00f8royska Kvartett 4. oktober kl.21.00
Sat, 04 Oct at 09:00 pm Kristjana Stéfans Føroyska Kvartett 4. oktober kl.21.00

Niels Finsensgøta 23, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Lesiringarnir byrja aftur
Mon, 06 Oct at 06:30 pm Lesiringarnir byrja aftur

Niels Finsens gøta 7, Boks 358, FO-110 Havn, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events