Advertisement
Havnarkórið fyllir 60 ár. Varð stovnað við ársbyrjan i 1966. Sigst at Útvarpskórið (seinni Havnarkórið) hevði sína fyrstu konsert 12. mars 1966 kl 17.00Kórið hevur nærum øll árini verið eitt av lokomotivinum í føroyskum kórsangi. Samstørvini við stórar kórmenn sum Karl Clausen, Vagn Holmboe, Willi Gohl, John Høbye, Steen Lindholm, Jón Stefánsson og nógvar aðrar, hevur ment kórið og helst allan korsang í Føroyum nógv.
Seinnu árini hevur kórið í høvuðsheitum verið at roknað sum konsertkór. Men kórið syngur framvegis nýggjari kórtónleik, sum vit hava gjørt heilt frá byrjan.
Sum partur av hátíðarhaldinum í ár eru nógvar konsertir á skrá. Høvuðskonsertirnar vera fyri páskir og seinnapartin av november.
Vit fara at framføra veldigu messuna í f-moll fyri kór, solistar og stórt orkestur hjá Anton Bruckner, 2. april, skírisdag kl 16.00 í Varpinum í Klaksvík og
3. april langa fríggjadag kl. 17.00 í Vesturkirkjuni.
Gleðið tykkum til vakran og ikki minst máttmyklan og stórbaran musikk.
Solistar:
Birita Poulsen, sopran (fø)
Kristín Sveinsdóttir, alt (ís)
Petter Moen, tenor (no)
Rory Green, bass (uk)
Konsertmeistari, Atli Ellendersen
Dirigentur, Leif Hansen
Seinnapartin av november framføra vit Messias hjá G. F. Händel í Fuglafjarðar kirkju og í Vesturkirkjuni. Hetta er grundpensum hjá kórinum.
Solistar verða kunngjørdir seinni.
Umframt hesar konsertir fara vit eisini kring landið at hava konsertir við tónleiki, sum hevur myndað konsertskráir hjá kórinum øll hesi ár.
Ólavur Hátún, sum hevði fylt 95 ár fyri døgum síðani stjórnaði kórinum í samfull 48 ár. Sjálvur havi eg bara stjórnað hetta valakór í 12 ár.
Advertisement
Event Venue
Vesturkirkjan, Landavegur 44,Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.









