Fyrilestur við Rasmusi Tantholdt

Wed May 28 2025 at 07:00 pm to 09:00 pm UTC+01:00

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn

Nor\u00f0urlandah\u00fasi\u00f0 \u00ed F\u00f8royum - The Nordic House in The Faroe Islands
Publisher/HostNorðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands
Fyrilestur vi\u00f0 Rasmusi Tantholdt
Advertisement
Fyrilestur við Rasmusi Tantholdt
(English 👇)
Royndi journalisturin leiðir okkum ígjøgnum háaktuellu brennideplarnar í einum heimi í broyting.
Rasmus Tantholdt gevur okkum eina persónliga lýsing av m.a. stríðnum í Gaza, sum hann hevur fylgt nágreiniliga við og borið tíðindi frá, síðani tað kyknaði uppaftur í oktobur 2023.
Rasmus var tann einasti journalisturin úr Skandinavia, sum flutti týðindi úr Kiev, tær fyrstu vikurnar aftaná, Russland hevði gjørt innrás í Ukraina. Hann hevur flutt tíðindi úr krígnum í Irak, Afganistan, Sýria og frá arabiska várinum. Rasmus Tantholdt hevur verið altjóða tíðindamaður í fleiri stríðs-, krígs- og vanlukkuherjaðum økjum, og hevur longu upplivað meira, enn vit onnur uppliva, sjálvt gjøgnum fleiri lív.
Kom og lurta eftir Rasmusi Tantholdt, tá hann fer at greiða frá lívinum handan myndatólið, um etisku og moralsku tvístøðurnar, hann mangan stendur í, um álvarsomu hendingarnar, men eisini tær mongu løgnu upplivingarnar.
Fyrilesturin við Rasmusi er hugkveikjandi og kunnandi og altíð serstakliga viðkomandi - borin fram við inniligari innliving og við rúmi fyri skemti, hóast tey hørðu evni, sum verða umrødd.
Um Rasmus Tantholdt
Rasmus hevur nomið sær útbúgving á Danmarkar Journalisthøjskole í juni 2000. Hann fór í starv á TV2 Nyhedernes indlandsredaktion í juni 2000 og hevur verið á udlandsredaktionen síðan 2003. Rasmus hevur vunnið sera nógvar heiðurslønir fyri arbeiðið og hegnið sum journalistur; hann fekk eitt German Marshall Fellowship í 2006, vann Steen Bådsgaard virðislønina í 2009, og í 2012 og 2014 vann hann TV-virðislønina fyri besta tíðindainnslag hetta árið, sum er ein virðisløn, sum miðlar standa fyri. Í 2022 vann hann Publicist virðislønina fyri arbeiðið, hann hevur gjørt í Ukraina.
Mál: Danskt

Atgongumerki: 295 kr.
👉 https://www.nlh.fo/fo?event=10756/fyrilestur-vid-rasmusi-tantholdt
👇👇
Lecture by Rasmus Tantholdt
Stories from war zones and conflict areas.
An evening with Danish journalist Rasmus Tantholdt on his incredible journey into war zones and conflict areas.
Language: Danish
Tickets: 295 kr.
👉 https://www.nlh.fo/en?event=10756/fyrilestur-vid-rasmusi-tantholdt
Advertisement

Event Venue & Nearby Stays

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar,Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Sharing is Caring:

More Events in Tórshavn

Evnisdagur um mentalisering vi\u00f0 Janne \u00d8stergaard Hagelquist.
Wed, 28 May, 2025 at 09:00 am Evnisdagur um mentalisering við Janne Østergaard Hagelquist.

Dansifrøi

Terji \u00ed OY!
Sat, 07 Jun, 2025 at 09:00 pm Terji í OY!

Falkavegur 4, 100

Okkara Land 2025\u2764\ufe0f\ud83c\udfb5\ud83c\udfa4\ud83c\udfb9\ud83c\udfb8
Sat, 21 Jun, 2025 at 07:00 pm Okkara Land 2025❤️🎵🎤🎹🎸

Skálatrøð

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events