Advertisement
Sunnudagin 26. apríl verður stovukoncert við Jakobinu Ellingsgaard. Við sær hevur Jakobina ein bólk, ið er mannaður av Fróða Vestergaard og Páll Holm Lave. Hesir eru eisini kendir frá bólkinum Deiggj.Jakobina, Páll og Fróði vóru øll trý við í útisetabólkinum "Flytifuglar" í seinnu helvt av 80`unum.
Í 2024 útgav Jakobina staklagið "Læra vit nakrantíð"- ein týðing av kenda lagnum "Where have all the flowers gone, sum Niels Midjord, sáli, týddi til føroyskt.
Í 2007 gav Jakobina út fløguna "jakobina rensl", sum bleiv upptikin í Nólsoy hjá Terja Rasmussen. Ein frálík fløga við góðum tekstum og fínum tónleikarum. Lítið hevur tó verið at hoyrt til hesa fløgu, men nú satsar Jakobina ordiliga uppá, at framføra løg frá hesi útgávuni.
Eisini var Jakobina sangari og týðandi partur av útgávuni "Gluggamynd" við bólkinum Glataðu Spælimonnunum, sum kom út í 1982. Fleiri perlur vóru á hesi útgávu - eitt nú stóra hittið "Til Boga og allar nýføðingar í verðini" og "Leygarmorgun í Havn". Jakobina smíðaði tvey av løgunum á hesi útgávu saman við beiggja sínum Paula.
Á stovukonsertini fara Jakobina, Fróði og Páll at líta aftur um bak og spæla sangir frá øllum hesum útgávum.
Atgongumerki fáast her:
https://billetto.dk/e/f-ljod-stovukonsert-vid-jakobinu-ellingsgaard-v-bolki-billetter-1867503
........................
UM JAKOBINU
Jakobina Ellingsgaard er uppvaksin í Vági. Mamman var úr Vági og pápin sørvingur. Tey vóru fýra systkin. Pauli er elst, tvey ár eldri enn Jakobina, sum verður 67½ árí næstum og harvið pensionistur.
Jakobina er uppvaksin við sangi og ljóðførum. Mamman og systkini spældu ymisk ljóðføri. Sjálv lærdi Jakobina at spæla gittar hjá Frelsens hær sum 12 ára gomul, og lærdi seg síðani betur gjøgnum familjuna. Hon royndi eisini onnur ljóðføri, men hevur spælt mest gittar.
Í 70`unum spældi beiggi hennara í einum tónleikabólki orkestur, sum æt Oreon. Jakobina var nógv saman við teimum og slapp eisini onkuntíð at spæla saman við teimum. Tá Oreon spældi til eina tónleikakapping í Sørvági, spældi Jakobinba við á elektriskan rytmuguitar til sangin "Hotel California" umframt onkran annan sang. Tá segði frásøgufólkið, at hetta var "fyrsti kvinnuligi føroyski rockmusikari", sum nú trein á pall.
Jakobina hevur eisini sungið - og syngur enni - í kóri. Fyrst við Ljómi í Vági, síðani í Glymi og nú Vágakórinum. Hon hevur eisini spælt og sungið á nógvum Fólkatónleikastevnum saman við beiggjanum Paula o.ø. og hevur verið við í sendingum hjá Útvarpinum og í sjónvarpinum fleiri ferðir.
Vit síggjast sunnukvøldið 26. apríl kl. 20:00 í Magnus Heinasonar gøtu 8!
Advertisement
Event Venue
Magnus Heinasonargøta 8, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Magnus Heinasonar gøta 8, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.









