Advertisement
Kom við á Føroya størstu, einastu og kulastu stafett renning! Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú.
Vælkenda og ógvuliga vælumtókta Faroe Express Stafettin verður í ár leygardagin 29. august kl. 16. Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri starvsfelagar og arbeiðspláss. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið.
Havnarlagið í Havn verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum. Aftaná Faroe Express Stafettina verður skipað fyri forvitnisligum afterparty í pakkhúsinum hjá Faroe Ship.
Pakkhúsið verður umskipað til eitt streetfood øki, har møguleiki verður at keypa okkurt gott til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við. Finn saman við øðrum á arbeiðsplássinum og ger ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. Melda til Faroe Express Stafettina nú – og set tíð av til afterparty aftaná.
Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiði hjá Bragdinum.
Seinasta freist at melda til 17. august. Fyri at vera heilt sikkur í at fáa renniblusu, má tó meldast til í seinasta lagi 11. august fáa renniblusu.
Skrá fyri leygardagin 29. august
16.00 Upphiting
16.15 Renning og hugni
18.00 Afterparty
Renniblusa og renninummar kunnu avheintast hjá Thomas Dam Intersport fríggjadagin 28. august frá kl. 10.00 til 18.00.
Legg tó til merkis, at í ár hava vit avmarka talið av liðum, soleiðis stongt verður fyri tilmelding, tá vit koma upp á 800 lið. Bíða tí ikki til í síðstu løtu at melda til.
Advertisement
Event Venue
Eystara Bryggja 60, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Eystara Bryggja 60, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.
