Advertisement
Royn ymiskar verkstovur, far á rundferð uttanfyri húsið og sí ein viriðsløntan barnafilm.Alt er ókeypis, tó kostar filmurin 20 kr og tilmelding krevst til ávísar verkstovur.
Meðan opið er, ber til at keypa eina umhvørvisvinarliga máltíð frá kaffistovuni Titu.
Les meira á www.nlh.fo
Skrá:
🕛12.00 Dyrnar lata upp.
🕛13.00-16.00 Snikkaraverkstaðið- Fá eitt gistingarhús fyri smákykt heim við🏠🪳🦋
Støkk-inn-verkstova á donskum: Kim Neider, gartnari á Búnaðarstovuni skipar fyri einfaldari byggiverkstovu.
🕛13.00-16.00 Komposthúsið – Fá eitt livandi økosystem heim við♻️🌱
Støkk-inn-verkstova: Tjóðhild Patursson, ið rekur matstovuna Titu í Norðurlandahúsinum, skipar fyri praktiskari kompost- og gróðurverkstovu.
🕛13.00-16.00 Umvælingarverkstovan - Fá fjarstýrdu ella mekanisku leikuni at rigga aftur🪀🚗🛠️
Støkk-inn-verkstova: Er mekaniska leikað givið at flyta seg, lýsa ella geva ljóð? Tak tað við, so kanna vit í felag, um tað riggar at umvæla. Kári á Torkilsheyggi og Oddmar Dam standa fyri hugaligu umvælingarverkstovuni.
🕛14.00 Rundvísing fyri børn við vaksnum🧒🧑
Vit skipa fyri lættari og hendingaríkari rundvísing fyri teimum, ið vilja vita meira um Norðurlandahúsið. Túrurin er fyri børn umleið 3 – 8 ár, sum luttaka saman við sínum vaksnu. Verið í góðum klæðum og skóm, tí vit eru bæði úti og inni. Rundvísingin er ókeypis, men luttøka er avmarkað, so tilmelding krevst á nlh.fo.
🕛15.00 Rundvísing fyri børn við vaksnum🧒🧑
Vit skipa fyri lættari og hendingaríkari rundvísing fyri teimum, ið vilja vita meira um Norðurlandahúsið. Túrurin er fyri børn umleið 3 – 8 ár, sum luttaka saman við sínum vaksnu. Verið í góðum klæðum og skóm, tí vit eru bæði úti og inni. Rundvísingin er ókeypis, men luttøka er avmarkað, so tilmelding krevst á nlh.fo.
🕛16.00 Familjubio: Flow🐈⬛🎥
Ein serstakur, vakur og virðisløntur animatiónsfilmur úr Baltikum, um eina kettu, sum verður noydd umborð á ein bát saman við ymiskum øðrum djórum, tá heimur hennara verður raktur av flóð. Filmurin hevur einki mál og er hóskandi úr 6 ár. Atgongumerki fáast á heimasíðuni nlh.fo.
Advertisement
Event Venue
Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands, Norðari Ringvegur 14, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.









