Advertisement
Fólkabókasøvnini í framtíðini - endurhugsan av kjarnuuppgávuni
? BÓKADAGAR 2022 ?
Hvaðar eru fólkabókasøvnini á veg, og hvørjar umbroytingar eru neyðugar, fyri at tey framvegis skulu vera viðkomandi?
Lotte Hviid Dhyrbye og Lisbet Vestergaard frá donsku tankasmiðjuni Fremtidens biblioteker greiða í høvuðsheitum frá menningini á bókasavnsøkinum í Norðurlondum tey seinastu árini og geva síni boð um framtíðarútlitini.
Tær fara tosa um trý ymist rák, sum eyðkenna gongdina í okkara grannalondum.
Alsamt fleiri bókasøvn deila høli við onnur á frítíðar- og mentanarøkinum og samstarva við aðrar stovnar um at skapa góðar upplivingar fyri brúkaran.
Bókasøvnini leggja seg eftir at fáa fatur á teimum málbólkum, sum ikki halda seg hava brúk fyri fólkabókasøvnunum, t.d. teimum ungu.
Bókasøvnini royna at miðla talgildu tænasturnar betur og leggja seg eftir at knýta fysisku karmarnar/fysiska tilfarið tættari at talgildu tilboðunum.
Fyrilesturin vendir sær til politikarar og aðrar myndugleikar, til leiðarar og starvsfólk á bókasøvnunum, til øll við áhuga fyri framtíðar fólkabókasavninum og øll, sum vilja hava íblástur til menning av fólkabókasavnsverkinum.
Lotte Hviid Dhyrbye hevur verið leiðari í donsku tankasmiðjuni Fremtidens biblioteker síðstu 10 árini og hevur sett stórar verkætlanir og kanningar í verk, m.a. um brúkarar og ikki-brúkarar av fólkabókasøvnunum, um langtíðarætlanir fyri talgilda bókasavnið, um búskaparliga virðið, fólkabókasøvnini hava í samfelagnum, og um møguleikarnar hjá bókasøvnunum saman við samstarvsfeløgum at loysa stórar samfelagsligar avbjóðingar sum t.d. einsemi og minkandi lesiførleika.
Lisbet Vestergaard hevur starvast sum ráðgevi á Slots- og Kulturstyrelsen og hevur serliga arbeitt við menningarátøkum viðvíkjandi fólkabókasøvnunum og landsumfatandi lesiverkætlanum fyri børn og ung. Hon hevur verið verkætlanarleiðari fyri kanningar av lesi- og miðlavanum hjá børnum og ungum í 2017 og 2021. Og hon hevur verið akkersfólk fyri Danmarks Biblioteksforening í arbeiðnum við at orða “Oplæg til en national læsestrategi for børn og unge”, sum varð lagt fram í 2019.
Fyri vaksin.
Bókavarðafelagið, saman við teimum føroysku bókasøvnunum, skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið.
Tilmelding ? https://tix.fo/fo/nlh/buyingflow/tickets/429/995/
Public Libraries of the Future – rethinking the core task
? BÓKADAGAR 2022 ?
Where are the public libraries going and what transformations are necessary in order to keep them relevant?
Lotte Hviid Dhyrbye, head of the Danish think tank Libraries of the Future, and Lisbet Vestergaard, project manager, outline developments in recent years in the Nordic public libraries and present suggestions for future scenarios.
Sign up ? https://tix.fo/fo/nlh/buyingflow/tickets/429/995/
Advertisement
Event Venue
Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands, Norðari Ringvegur,Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.