Advertisement
Etisku kvøldseturnar vóru í roynd og veru liðnar á hesum sinni. Kortini bjóðar Etiska ráðið, saman við Sjúkrarøktaretiska ráðnum, til enn eina seinastu etiska kvøldsetu týskvøldið 7. apríl kl. 19.00 í KFUK-húsinum. Evnið hesuferð verður tvingsilslógin.Ávaringar- og peilingarskipanir kunnu hava stórt virðið fyri bæði búfólk og starvsfólk á ellis- og røktarheimum. Eitt nú kunnu GPS-skipanir og hurða- og rørsluvarnarar lætta um arbeiðið hjá starvsfólkum, samstundis sum tað kann økja um trygdina hjá búfólkum. Í Føroyum er slík tøkni fevnd av tvingsilslógini, tí hon verður mett sum eitt inntriv í frælsi hjá borgarum. Hetta ber tó við sær, at nýtslan av slíkari tøkni kann vera umstendilig og tung at umsita, og loyvi skal søkjast frá mynduleikum fyri hvørt búfólk.
Hevði tað verið skynsamt at broytt lógina, soleiðis at ávaringar- og peilingarskipanir ikki longur eru fevnd av tvingsilslógini? Kann hetta gerast, samstundis sum at frælsi, sjálvsræði og rætturin til privatlív hjá eitt nú fólkum við demenssjúkum verða vard best gjørligt?
Kári Davidsen, advokatur, fer at greiða frá løgfrøðiligu støðuni í Føroyum, og hví lógin kann tykjast ov stirvin.
Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimersfelagnum, fer at greiða frá, hví Alzheimersfelagið mælir til at tvingsilslógin verður dagførd og nútímansgjørd, so tað verður einfaldari at nýta trygdartøkni, so sum ávaringarskipanir og peiliskipanir.
Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum og limur í Etiska ráðnum, fer at greiða frá hvussu núverandi lóg verður umsitin í praksis, hvørjar broytingar ynskjast, og hvørjar etiskar tvístøður kunnu fylgja við.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Advertisement
Event Venue
Varðagøta 9, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Varðagøta 9, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.





