Advertisement
Góðu tit øll í LíK✨Vónandi hava tit fingið eina frálíka byrjan á semestrinum! Vit hava avgjørt at skipa fyri einum cafetúri, nú vársemestrið er byrjað. 🍃📚 Setið ein kross í kalendarin fríggjakvøldið 13. marts! 🍽️
Ætlanin er at fara á Folkehuset Absalon á Sønder Blvd. 73, har vit møtast til ein góðan bita kl 17.00. Absalon bjóðar 2 rættir fríggjakvøld fyri 100 kr. ☺️ (um tit ynskja vegetar, skriva til okkum seinast 27. februar).
Fyri at luttaka skulu tit flyta 100 kr á: 9181 5798665
Ætlanin er at bíleggja pláss longu 28. februar, so tí er seinasta freist at melda seg til 27. februar.
Her ber til at lesa um fællesspisning í Absalon: https://absaloncph.dk/spisning/
Cafetúrurin hevur verið afturvendandi í fleiri ár. Endamálið við túrinum er at koma saman sum læknalesandi, bjóða teimum nýggju vælkomnum, njóta góðan mat og drekka, geva og fáa genial ráð og annars bara hugna maks. Túrurin er ein upplagdur møguleiki, serliga hjá teimum nýggju, at møta sínum framtíðar starvfelagum. 🥰👨⚕️👩⚕️
Ætlanin er at fara víðari til Føroyahúsið aftaná til Pubquiz, fyri tey sum eru áhugaði✨🍸🍻
Minnist eisini til at trýsta á “luttak”, soleiðis at vit vita, hvussu nógv vit skulu hava borð til.
Vit vóna at síggja tykkum til cafetúrin 13. marts!✨🫶🥳
Vinarliga,
Nevndin í LíK
Advertisement
Event Venue
Folkehuset Absalon, Sønder Boulevard 73,Copenhagen, Copenhagen , Denmark
Tickets
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.











