Advertisement
Bókin um Stanley løgd fram við sangi og tónleiki[ på dansk længere nede 👇 ]
Hálvan oktobur kemur spennandi ævisøgan hjá Stanley Samuelsen út í bók, har hann fortelur um lívið, tónleikin og tilveruna, sum nú eisini er merkt av, at hann hevur fingið Alzheimers sjúku.
Hilmar Jan Hansen, ið skrivaði ævisøguna hjá Robert Mc.Birnie fyri tveimum árum síðani, hevur enn einaferð sett seg við knappaborðið, so vit kunnu fáa nógv meira at vita um unga fuglfirðingin, ið 19 ára gamal setti kós av landinum og ikki enn er afturkomin.
Útlongsulin fekk hann at leita heimanífrá í 1970, men hann var nóg illa komin niður til Danmarkar, so gjørdist heimlongsulin ein drívmegi, ið bara vant upp á seg. Við árunum hevur alskur og longsul til føðilandið givið okkum eina perlu fyri og aðra eftir, tá ið Stanley hevur givið klassikarum nýggjan lagbúna.
Dúgliga hevur Stanley vitjað heimaftur, og serliga tey síðstu 25-30 árini hevur hann verið nógv at hoyrt við sínum frálíku tulkingum av Janusi Djurhuus og øðrum klassikarum, umframt at fleiri góðir sangir eru komnir frá Stanleysa egnu hond.
Bókin, sum bara eitur Stanley, telur 264 blaðsíður og í henni eru yvir 120 myndir. Hon fevnir um hansara lívssøgu, tónleikalív og mangt annað, ið hevur merkt hansara lívsleið. Hann byrjaði í Silly Boys, men hevur síðani spælt saman við nógvum av størstu nøvnunum í donskum tónleiki.
Leygarkvøldið 8. novembur klokkan 18.00 verður bókin løgd fram í Føroyahúsinum, har Stanley Samuelsen fer at syngja nakrar av sínum góðu sangum, og Hilmar Jan Hansen fer at greiða frá. Samstundis ber til hetta kvøldið at ogna sær bókina fyri serprís, bara 300 krónur fyri eintakið.
Dyrnar lata upp kl. 17:00.
_________________________________
På dansk:
Ny bog om Stanley Samuelsen præsenteres med sang og musik
I oktober udkommer Stanley Samuelsens selvbiografi, hvor han fortæller om sit liv, sin musik og sin tilværelse som nu også er præget af hans Alzheimers-diagnose.
Hilmar Jan Hansen sum for to år siden udgav Robert Mc.Birnies selvbiografi har nu også skrevet Stanleys, som er historien om den unge færing som 19 år gammel forlod sin hjemstavn og stadigvæk ikke er kommet hjem igen.
Det var udlængselen som drev ham hjemmefra i 1970, men lige så snart han var kommet til Danmark blev hans hjemlængsel en drivkraft som har givet os en masse musikalske perler, da Stanley gennem årene har givet en række færøske klassikere en ny melodi.
Dog har Stanley hyppigt besøgt sit hjemland og har især de sidste 25-30 år ofte været på Færøerne for at synge og spille de fremragende fortolkninger samt flere af sine egne sange.
Selvbiografien er på 264 sider med over 120 billeder og dækker en stor del af hans liv. Musikalsk startede han med det lokale band Silly Boys men siden har han spillet sammen med flere af de største navne i dansk musik.
Lørdagaften 8. november kl. 18.00 bliver bogen præsenteret i Det Færøske Hus hvor Stanley kommer til at synge nogle af sine gode sange og Hilmar Jan Hansen vil fortælle lidt om bogen. I aftenens anledning kan bogen købes til specialpris: 300 kroner pr. eksemplar.
Dørene åbner kl. 17:00.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Vesterbrogade 17A, 1620 Copenhagen, Denmark, Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark, Copenhagen , Denmark