Bindikapping: Skipstroyggjan í 2026

Tue, 14 Apr, 2026 at 04:00 pm UTC+01:00

Heiðavegur 54, FO-600 Saltangará, Føroyar | Tórshavn

Mentanarvikan \u00ed Runav\u00edkar kommunu
Publisher/HostMentanarvikan í Runavíkar kommunu
Bindikapping: Skipstroyggjan \u00ed 2026
Advertisement
Skipstroyggjan 2026
Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, har sjóneyka m.a. verður sett á føroyska bátin skipar Visit Runavík fyri bindikapping nevnd Skipstroyggjan í 2026🧶
Einstaka bindingarfólkið avgerð sjálvt, hvussu skipstroyggjan sær út, tó verður í dømingini dentur lagdur á, at greið tilvísing er til ta gomlu skipstroyggjuna✨
Fyri at kunna taka lut, skal troyggjan liva upp til hesi krøv:
- Tað er troyggja við langum ermum
- Tað er troyggja til vaksnan persón (kvinnu/mann)
- Støði verður tikið í gomlu Skipstroyggjuni

Í dømingini verður mett eftir:
- Orginaliteti, tað vil siga, at talan ikki eru um kopi
- At troyggjan hevur greiða tilvísing til gomlu skipstroyggjuna
- Hvat slag av tógvið verður brúkt. Tað er ikki beinleiðis krav at talan er føroysk ull, men tað telur upp.
- Samanseting av mynstrum og litum
Innlating og freist: Troyggjurnar skulu latast inn á kommunuskrivstovuni hjá Runavíkar kommunu, Heiðavegur 54, Saltangará, í seinsta lagi týsdagin 14. apríl 2026 kl. 16.00.

Vinningur: 5000kr🥇

Niðanfyri er ein lýsing av Føroysku Skipstroyggjuni sum vit kenna hana. Lat hetta vera tær til íblástur.
Fyrstu ferð, vit vita um, at Skipstroyggjan verður nevnd á skrift er tá Jørgen Landt í 1789-90 skrivar um at føroyingar binda tvey sløg av troyggjum, fínar og grovar. Hann greiður tá eisini frá, at um hetta mundið selja føroyingar skipstroyggjunar til útflutnings og at tær tá fyri tað mesta vóru bundnar úr broddatógvið. Í 1805 sigst hava verið ein ovurframleiðsla av skipstoyggjum, og mett verður, at henda ovurframleiðslan hevur verið ein orsøk til, at góðskan eisini byrjaði at dala. Í 1820 var modeltroyggja gjørd, ið skuldi virka sum fyrimynd fyri, hvussu allar útfluttur skipstroyggjur skuldu gerast. Nøkur ár seinni var tó aftur farið at bila við standardinum. Snið og formur hildu ikki mát og fyri at tryggja at betur góðsku og at leiðreglur vóru greiðar, fekk hvør sýslumaður í landinum í 1832/3 eina modeltroyggju at meta útfrá, saman við nýggjum greiðari leiðreglum. Skipstroyggjur, ið ikki livdu upp til formkrøvini vóru vrakaðar. Í rundskrivinum var áheitan og nágreinilig vegleðing um, hvussu skipstroyggjurnar áttu at vera. Millum annað stóð skriva, at Skipstroyggjurnar skuldu vera hvítar við korkalittum mynstri; jú myrkari, tess betri. Jú meira mynstrað troyggjan var, tess betri. Mynstrini kundi ein sjálvur velja, tó ikki størri enn, at buktirnar máttu ongantíð vera longri enn yvir 4 eygu. Í rundskrivinum hevur eisini staðið hvat troyggjan skuldi viga, tal av eygum og stokkastødd.(Nikolina Beder)

Seinni vita vit, at troyggjurnar gjarna máttu hava fleiri mynstirlitir. Í lýsing frá 1966 frá samvinnufelagnum, ið tá var keypari av skipstroyggjum, stendur um skipstroyggjurnar, at tær skula vera bundnar úr góðum trítráðaðum tógvi av ónappaðari, óblandaðari føroyskari ull. Troyggjurnar skula hava hvíta botn. Buktin má ikki liggja leys longur enn yvir hægst trý eygur. Í lýsingini var eisini víst til støddarkrøv, t.d skuldi ein miðal troyggja vera 54 cm breið, bulalongdin skuldi vera 67 cm og ermalongdin 62 cm. Stokkastøddin stendur ikki, men frá eldri keldum frætta vita, at hildu hevur verið til, at ein 10x10 puntur í máti (gauge) er 18 eygu yvir 19 umfør - í mynsturbinding. Aðrar eldri keldur siga at tógvið, ið nýtt var, var meira líkt tí 5 tráða, vit kenna í dag.

Tað tikist ikki hava verið beinleiðis krøv til hvørji mynstur bindingarfólkið hevur bundið. Bæði í rundskrivunum frá fyrru helvt av 1800 talinum og tað vit kenna frá 1900 talinum, hava fólk sjálvi avgjørt hvørji mynstur tey hava bundið, tó hava krøv verið til hvussu langur mynsturtráðurin hevur kunna verið. Í fororðunum til Føroysk Bindingarmynstur, útgivin í September 1932, skrivar Hans Marius Debes um mynsturini í bókini “Tey vanligu bátsmannstroyggjumynstrini eru ikki sett við litum, av tí at hesar troyggjur so at siga altíð hava verið hvítar við korkalittum mynstrum.” Ymiskt hevur verið frá familju til familju, frá bygd til bygd, hvørji mynstur fólk hava dámt best at bundið og tí hildi seg mest til. Tey mynsturini sum eru endurgivin í bókini hjá Hans M. Debes hava tó avgjørt verið millum tey mynstur sum føroyingar hava bundið - um enn tað hava verið fleiri og onnur enn hesi.

Myndakeldur vísa, at tað ofta hevur verið talan um ávíkavist troyggju við einum mynsturi yvir alla troyggjuna, ella troyggju við afturvendandi borda mynsturi. Ermar hava verið ísettar. Ermar hava bæði verið bundar niðrifrá og upp og uppifrá og niður.

Treytir: Tey, ið lata troyggjur inn, eiga sjálvi troyggjuna, men vit taka okkum rættin at alment útstilla og avmynda troyggjurnar.

Dómarar vera:
Petur Hansen
Sissal Kristiansen
Sára Mrdalo
Súsanna Holm
Vinnarin verður avdúkaður til eitt árabáta tiltak á Borg týsdagin 21. apríl og verða annars útstillaðar í sýnisglugganum hjá Radiobúðini mitt á Heiðavegnum á Mentanarvikuni.
Hoyr innslagið frá Góðan Morgun Føroyar, har Sissal Kristiansen (Shisa Brand) og Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu, greiða frá kappingini: https://kvf.fo/greinar/2026/03/05/foroyski-baturin-leggur-upp-til-kapping-um-nyggja-skipstroyggju?fbclid=IwY2xjawQWSgRleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFIaHNXc2xOQW5SODg4NzFyc3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHnKPdNGnYIqypVY7RjeXWHB2Y2k497Idj6pdKPK58Nvw0VL8suT7ZQZ9tI8L_aem_cGYmpeIoUUs79g_iii6O-g
Advertisement

Event Venue

Heiðavegur 54, FO-600 Saltangará, Føroyar, Heiðavegur 54, FO-600 Saltangará, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Tickets

Icon
Concerts, fests, parties, meetups - all the happenings, one place.

Discover more events by tags:

Crafts in TórshavnExhibitions in Tórshavn

Ask AI if this event suits you:

More Events in Tórshavn

A\u00f0alfund
Tue, 14 Apr at 07:00 pm Aðalfund

Biskupsstøðgøta 11, Klaksvík, Faroe Islands

Birita (B\u00fai Egason Dam F\u00f8royar 2026 89 min)
Wed, 15 Apr at 08:00 pm Birita (Búi Egason Dam Føroyar 2026 89 min)

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Heildagsskei\u00f0 v\/ Per Isdal  \u00ed Starvsfelagnum
Thu, 16 Apr at 08:30 am Heildagsskeið v/ Per Isdal í Starvsfelagnum

Tórshavn, Faroe Islands

Bindifestivalurin 2026
Thu, 16 Apr at 09:00 am Bindifestivalurin 2026

Fuglafjarðar bókasavn, í Støð 1, FO-530 Fuglafjørður, Faroe Islands

\u00datg\u00e1vukonsert vi\u00f0 Gu\u00f0ri\u00f0 Hansd\u00f3ttir
Fri, 17 Apr at 08:00 pm Útgávukonsert við Guðrið Hansdóttir

Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

Ny ham \u2013 n\u00fdggir t\u00f3nar til gomul or\u00f0
Fri, 17 Apr at 08:30 pm Ny ham – nýggir tónar til gomul orð

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands

Tórshavn is Happening!

Never miss your favorite happenings again!

Explore Tórshavn Events