Advertisement
GG!! Vegna veður verður kortini eingin fiskikapping í dag! Tiltakið er útsett til ein annan góðan dag, men fyribils er óvist nær. Tann dato, tað nú stendur til at vera, er tískil á ongan hátt endaligur. Heldur ikki klokkutíðin. Avgerð verður tikin, tá ein góður dagur vísur seg!Sunnudagin 7.september, kl. 16.00 skipar Framherji fyri fiskikapping fyri børnum í aldrinum 0-14 ár.
(Fyrivarnið verður tikið fyri at møguliga broytist klokkutíðin eitt sindur, um so er verður tað lýst væl)
Fiskikappingin fer fram á havnalagnum frammanfyri skrivstovuna hjá Framherja, og fiskað verður í umleið ein tíma.
Steyp verður latið til tann, sum fær størsta fiskin og tann, sum fiskar flest fiskar innan hendan tíman.
Børnini skulu hava egna tráðu og bjargingarvest við. Agn verður at fáa frá Framherja.
Framherji bjóðar kaffi og okkurt gott til børnini.
Vit vóna at síggja nógv fitt børn 😊
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Bakkavegur 22, FO-530 Fuglafjørður, Føroyar, Bakkavegur 22, FO-530 Fuglafjørður, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands