Advertisement
***KONSERTIN VIÐ HALLI OG KRISTINU ER ÚTSELD. MEN VIT HAVA SETT EINA EYKAKONSERT Á SKRÁ SAMA KVØLD KL 23.***Kom við til eitt heilt serligt kvøld, tá ið okkara fremsta country-greipa, Hallur Joensen & Kristina Bærendsen –spæla konsert saman í Mentanarhúsinum í Fuglafirði!
📅 Fríggjadagin 14. februar 2025 kl. 20.00
💌 Hetta er á sjálvari Valentinsmessu – og sostatt eitt fullkomið høvi at bjóða onkrum, tú ert góður við, til eitt romantiskt og minnisvert kvøld í Mentanarhúsinum.
Tað eru longu mong ár síðani at Hallur Joensen varð krýndur coutnrykongur í Føroyum, og tess meira er Kristina Bærendsen, drotningin. Hesi bæði standa sum garantar fyri einari fantastiskari, ektaðari, stuttligari, menniskjaligari og hjartanemandi uppliving, sum tú ikki á nakran hátt vilt missa.
Kostnaður: 250 kr (+ 10 kr avgjald)
🎟️ Atgongumerki fáast her: atgongumerki.fo
Gev tær sjálvum og onkrum tú ert góður við eina heilt serliga uppliving í jólagávu!
Tíðin er knøpp og løtan er nú. So sprikk á staðnum og tryggja tær og honum ella henni (ella tí) tú elskar, eitt serligt kvøld saman við tær. Keyp atgongumerki longu nú – gev eina gáva, sum skapar minnir fyri lívið. Ger sum Kristina sigur, “lamma til í jólagávu!”
Vit gleða okkum at síggja tykkum!
❤️🎶Mentanarhúsið í Fuglafirði
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Karvatoftir 5, 530 Fuglafjørður, Faroe Islands, Karvatoftir 5, FO-530 Fuglafjørður, Føroyar,Fuglafjørður, Tórshavn, Faroe Islands
Tickets