Advertisement
Komandi vár verður enn einaferð námsferð, tá ið leiðin gongur til næststórsta býin í Týsklandi, at vitja ITLOS 🇩🇪International Tribunal of the Law of the Sea (altjóða havrættardómstólurin) er ein óheftur rættarstovnur, ið varð settur á stovn við havrættarsáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum í 1982. Rætturin hevur jurisdiktión yvir allar ósemjur um tulking ella umsiting av sáttmálanum, og um avtalur, ið geva rættinum jurisdiktión. Tað kann snúgva seg um avmarking av sjóøkjum, sigling, vernd og varðveiting av havumhvørvinum, gransking, vm.
Tú kanst lesa meira um dómstólin her: https://www.itlos.org/en/main/the-tribunal/the-tribunal/
Umframt virkisvitjan til ITLOS, bjóðar stóri lestrarbýurin á mangar mentanarligar upplivingar. Býurin er kendur fyri sín unikka arkitektur, vøkru kanalir, brýr og góða náttarlív. Ætlanin er sum áður at læra býin væl at kenna gjøgnum kanalrundferðir, guided tours, túrar á søvn og at eta góðan lokalan mat, umframt eventuelt eina vín- ella ølsmakking. Skráin kemur seinni.
Vit fara úr Keypmannahavn 27. mars 2025 og koma heim aftur 30. mars 2025. Klokkuslettið á tiltakinum er vegleiðandi. Prísurin væntast at vera á leið 2000-2500 kr. fyri ferðing og gisting.
Tilmelding fer fram við at flyta 1500 kr. á 9181 - 0005229733 (Betri banki). Skriva síðani eini boð til FÚL um at tú kemur við og viðheft eina mynd av myndasíðuni í passinum.
TILMELDINGARFREISTIN ER 15. JANUAR 2025 ‼️
Aftaná tilmeldingarfreistina, fært tú beinleiðis boð um ferðina, m.a. um endaliga samlaða prísin og nær freistin er at senda resterandi upphæddina.
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Hamburg, Tyskland, Copenhagen, Copenhagen , Denmark