Advertisement
Nú stundar føstulávint aftur!🎉 Í bygdunum runt í Føroyum var siðvenja at bjóða inn til dans á føstulávint, og sum vit vita eru siðvenjur bólkapress frá avdeyðum monnum. So vit herma bara eftir teimum gomlu og bjóða inn til almennan dans.💃🕺Vit bjóða øllum føroyingum og føroyavinum í Danmark til almennan dans í Føroyahúsinum 1. mars. Dyrnar lata upp kl 18:00. Luttøkugjaldið er 50 kr, men vit bjóða eisini kalt borð við felagssangi við luttøkugjaldi fyri 150 kr.🥂🎶 Vit taka helst móti mobilepay, men vit taka eisini móti reiðum peningi. Vit bjóða vælkomstsnaps og snaps undir borðhaldinum og sjálva dansinum. Tað halda vit er væl sloppið 😉
Fryntligu barrvørðarnir í Føroyahúsinum standa aftanfyri barrina, so tað er pláss fyri okkum frammanfyri.🍻 So vit mugu síggja til at tey ikki standa hendur í hupp og gána, og lata tey gera sítt peningsverk.
Ætlandi byrjar dansurin kl 21:00. Vit byrja dansin við Vælkomnir Føroyingar , og síðan taka vit national kvæði føroyinga - Ormin Langa🐉. Eftir tað er orðið frítt, og hvør fúsur kvøðari kann royna sítt kynstur.💪
Vit gleða okkum at síggja nógvar gestir aftur í ár 🤩, sum kanska tørva eina innspræning av fornari føroyskari mentan.🇫🇴
✨ Veri vælkomin! ✨
Advertisement
Event Venue & Nearby Stays
Vesterbrogade 17a, Copenhagen, Denmark, Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark,Copenhagen, Copenhagen , Denmark